• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Siglingarloyvi

    SIGLINGARLOYVI

    Tá skipið er sýnað, verður siglingarloyvið útflýggjað. Loyvið er bert galdandi, um treytirnar, sum nevndar verða í siglingarloyvinum verða loknar. Sum dømi kunnu nevnast, at skip skulu sýnast regluliga, árlig radioeftirlit gerast og at skipið skal vera í sjódyggum standi.

    Skip, 24 metrar ella yvir, verða sýnað av klassanum. Tá klassin er liðugur at sýna og skipið lýkur øll krøv, skrivar klassin út eitt samsvarsskjal (Document of Compliance), sum verður sent Sjóvinnustýrinum. Siglingarloyvið verður útskrivað sambært upplýsingunum í samsvarsskjalinum.