• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Fiskiskip og bátar

    SÝN

    Sambært løgtingslóg um trygd á sjónum skulu skip verða sýnað av Sjóvinnustýrinum ella teimum, sum landsstýrismaðurin heimilar til tess.

    Sýnað verður í høvuðsheitum eftir hesari fyriskipan:

    1. Fyrsta sýn í sambandi við, at nýbygt, munandi umbygt ella innflutt skip verður sett í ferðslu,
    2. Regluligt sýn við tíðarvissum millumbilum eftir nærri ásetingum og
    3. Eykasýn, sum umstøður krevja

    Í teknisku ásetingunum frá Sjóvinnustýrinum er nærri lýst, hvussu sýn verða fyriskipað, alt eftir hvat skipið skal brúkast til og hvar tað skal sigla.

    Sambært lógini skal reiðarin syrgja fyri, at skipið verður sýnað sambært galdandi reglum og, at gildug loyvisbrøv eru tøk. Sýn, sum skal fremjast av Sjóvinnustýrinum, kann umbiðjast við at venda sær til Sjóvinnustýrið á tlf. 35 56 00 ella í telduposti til fma@fma.fo.

    Vinnufør undir 15 metrar

    Tá báturin er góðkendur hevur bátaeigarin ábyrgdina av, at farið altíð er í sjódyggum standi. Sjóvinnustýrið áleggur bátaeigarum at brúka hesar kekklistar til endamálið.

    Kekklisti at brúka dagliga
    Kekklisti at brúka árliga

    Kekklistin skal tryggja, at útvald trygdarkrøv verða eftirkannað regluliga í tíðarskeiðinum millum høvuðssýnini. Hesin kekklisti skal altíð vera umborð á farinum og eftir umbøn vísast fram fyri eftirlitsmyndugleikanum.