• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Góðskuskipan

    Sjóvinnustýrið er góðskustýrt, sambært altjóða standard ISO 9001:2008.
    ISO góðkenningin verður framd árliga av FORCE Certification.

    Endamálið við góðskuskipanini er:

    • At tryggja viðskiftafólkunum tænastu av høgari góðsku.
    • Áhaldandi at betra tænastur.
    • At lúka allar lógarásetingar

    Góðskan verður tryggjað við millum annað:

    • Mannagongdum fyri alla málsviðgerð.
    • Nøgdsemiskanningar av viðskiftafólkum og undirveitarum.
    • Eftirlit við góðkendum undirveitarum.
    • Fráviksstýring “fyribyrgjandi og rættandi atgerðir”.
    • Áhaldandi betringar.

    FORCE Certification A/S hevur árligt eftirlit “Audit” av Sjóvinnustýrinum.